Innanlands

Skal ikki vera ókeypis at taka pening út

Tað heldur meirilutin í vinnunevndini sum telur Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn

(Savnsmynd: BankNordik)

(Savnsmynd: BankNordik)

2021-11-26 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn taka ikki undir við uppskotinum um samtyktar frá Tjóðveldi um at geva ókeypis atgongd hjá borgarum at taka pening úr peningastovni.

Tað kemur fram í álitinum, sum er skrivað í vinnunevndini.

Meirilutin, sum er Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Bjarni K. Petersen, metir ikki, at tað er rætt, at vit skulu lóggeva, hvørjar tænastur ein privat vinna skal veita sínum viðskiftafólkum og ikki. Peningastovnarnir eru longu í dag undir sera strangari lóg gávu, sum setur sera strong krøv til teirra virksemi, verður sagt.

Teir halda kortini, at peningastovnar áttu at hugt at, hvussu vit kunnu tryggja fólki, eisini fyritíðarpensjónistum og pensjónistum nakrar ókeypis tænastur, so sum atgongd til reiðan pening o.a.

Minnilutin við Bjarna Hammer, Bjørt Samuelsen og Henrik Old mæla løgtinginum at taka undir við uppskotinum.

- Peningastovnarnir í Føroyum hava seinastu árini latið fleiri deildir aftur og tikið fleiri sjálvtøkur niður. Tað er blivið nærum ógjørligt at fáa hendur á sínum egna peningi í nærumhvørvinum; ofta noyðist kundin at flyta seg langa leið, og tá skal hann gjalda fyri at fáa egnan pening útgoldnan, skrivar minnilutin.

- Tað er serliga eldra ættarliðið, sum merkir sviðan av hesum neiligu broytingunum. Tey eldru, sum gjøgnum eitt langt lív hava goldið í ólukkumát og borið tær tyngstu byrðurnar, skrivar minnilutin millum annað í álitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder