
Stýrið fyri Eliaskirkjuna í Keypmannahavn hevur sett Torgeir Petersen úr Klaksvík í starv sum samskipara. Talan er um 8-10 tímar um vikuna.
Tað skrivar Trúboðin á heimasíðuni í dag.
Ungi klaksvíkingurin skal millum annað royna at lofta teimum sum flyta niður í lestrarørindum.
- Tá ein flytur til Keypmannahavnar, tá byrjar ein nýggir kapitul – og tá er skjótt, at ikki ræðfesta samkomulív og trúnna á Jesus. Tí haldi eg, at tað er av stórum týdningi, at vit hava eina føroyska kirkju í Keypmannahavn, sum kann lofta teimum, sum flyta niður í eitt nú lestrarørindum, sigur Torgeir Petersen við heimasíðuna hjá Trúboðanum.
Eisini fer Torgeir at arbeiða við at styrkja sambandið millum føroyska arbeiði í Eliaskirkjuni og kirkjur og samkomur í Føroyum umframt at skipa fyri tiltøkum og annað.
Torgeir Petersen er 23 ára gamal og lesur gudfrøði á DBI, Dansk Bibell Institut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald