Innanlands

Skal royndarsmakkast í komandi viku

Royndin at turka svínaskinku í Norðrasta haga í Sandoynni er nú komin so mikið langt, at mett verður at maturin kann royndarsmakkast

2021-11-11 12:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hon sær eitt sindur loðin út. Tað er týðuligt, at her hava onkrar verur ella sporar sett seg á matin, men tað er jú tað, ið ger hann til nakað serligt. Júst hvat tað er, sum hendir, vita vit jú ikki við vissu. Vit vita bara, at tað ger matinum gott.

Vit tosa her um danska svínaskinku, sum hevur hingið til turkingar í føroyskum hjalli.

Í fleiri ár hevur gastronomiski ígongdsetin, Johan Mortensen, fingist við at turka skinkur og ostar í føroyskum hjøllum fyri á tann hátt at betra um smakkin í eini vón um, at tað einaferð kann gerast ein vinnuvegur at góðska mat í Føroyum við at turka hann á siðbundnan føroyskan hátt, og so sleppa at selja vøruna uttanlands.

Men við teimum reglum, sum í dag eru galdandi í ES og EBS fyri mat, so ber snøgt sagt ikki til at útflyta vørur úr Føroyum, ið verða flokkaðar sum landbúnaðarvørur. Kanska tað einaferð kemur broyting í.

Johan Mortensen hevur saman við Jógvani Høj í Klaksvík turkað skinkur í Trøllanesi og Múla og aðrastaðni norðrarlaga í Norðoyggjum við góðum úrslitið.

Í januar í ár var so gjørt ein roynd at hanga danskar svínaskinkur í fjarskotna hjallin Norðuri í Haga í Sandoynni hjá Tórkil Dalsgarð, bónda á Dalsgarði í Skálavík.

Vanliga verður roknað við, at ein slík skinka skal hanga í út við hálvtannað ár í hjalli áðrenn hon er liðugt búnað. Men nú eru nakrar tiknar heim úr hjallinum í Norðrasta haga, tí ein varhugi er um, at tær kanska longu eru búnar nú, tí umstøðurnar í opna hjallinum hjá Dalsgarðsbóndanum, ið liggur so frítt fyri, gera, at turkingin væntandi gongur skjótari. Tað turra kjøtið úr Skálavík er tiltikið.

Sum sæst á myndini, so er ikki nógv gourmet yvir skinkuni, sum hon sær út í dag. Hetta tí skinkan fyrst skal vaskast væl og virðiliga áðrenn farast kann undir at smakka fyri at vita um hon er nóg góð, ella um hon skal uppaftur at hanga í nakrar vikur ella mánaðir afturat.

Royndarsmakking verður í komandi viku. Vónin er kanska at kunna lata skinkuna út til áhugaðar keyparar í Føroyum, so hon kann gerast partur av nýggjársborðhaldunum í ár, upplýsir Johan Mortensen.

Les grein í Blaðnum Vikuskifti 9. januar 2021

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder