Tað er sigur fleiri staðni kring landi at brenna bál gamlaárskvøld. Ofta verður hettar gjørt í býlingum ella bygdum kring landið. Tórshavnar kommuna heitir tí á fólk, sum búgva í kommununi, um at søkja um loyvi til at brenna bál, um tey ætla tað.
- Nú stundar til árligu nýggjársbálini gamlaárskvøld. Og tí er stundin eisini komin til at søkja um loyvi at brenna bál hjá teimum, sum hava í hyggju at brenna nýggjársbál.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. Kommunan skrivar eisini, at tí at veðurfrásøgnirnar eru so ringar, verður mælt til at ansa serliga væl eftir og at fýrverk ikki verður tveitt á bálið.
Treytirnar fyri at fáa loyvi at at brenna bál eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, metir Sløkkiliðið trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar
• at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
• at navn, bústaður og telefonnummar verða upplýst.
• at verður neyðugt hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning.
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til at hava spannir ella vatnkør á staðnum skuldi verið neyðugt at sløkt ella kølt niður brunaskaðar
Søkt verður um loyvi talgilt, trýst á leinkjuna HER og fyll oyðublaðið út. Ella far á: http://www.beredskabservice.net/
Eru spurningar ber til at tosa við Sløkkiliðsstøðina, telefon 30 21 00. Umsóknin verður at senda áðrenn 31. desember 2018, klokkan 12.00.
Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini. Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald