2025-01-27 09:32
Ein bilførari misti í gjár koyrikortið treytað. Tað gjørdi hann, tí hann koyrdi 105 km/t á vegastrekkinum frá Norðrasta Horni til Gamla Velbastaðarvegin, har hámarksferðin herfyri varð lækkað niður í 60 km/t.
Aðrastaðni í landinum vóru eisini bilførarar, sum koyrdu ov skjótt. Á Skipanesi varð ein máldur at koyra 80 km/t í bygdum øki. Tað gevur klipp.
Í Søldarfirði vórðu tvey mál skrivað. Har koyrdu bilførarar ávikavist 74 km/t og 76 km/t. Hetta gevur eisini klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald