Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útskrivað stuttsøgukapping.
Kappingin er partur av norðurlendskari verkætlan, har vinnandi søgan í hvørjum landi verður útgivin í einum stuttsøgusavni. Allar søgurnar verða týddar til hini norðurlendsku málini, og hvørt land gevur savnið út á sínum máli.
Endamálið er at styrkja samanhaldið í norðurlondum, soleiðis at tekstirnir røkka tvørtur um landamørk, skrivar Bókdadeildin í tíðindaskrivi.
Krav er, at søgan skal vera til børn, og evnið er felagsskapur (í øllum formum).
Stuttsøgan skal vera í mesta lagi átta síður á 2.000 tekn. Øll kunnu luttaka.
Fyri at luttaka í stuttsøgukappingini skulu stuttsøgurnar latast inn við telduposti til Bókadeildina á [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 1. september 2024.
Vinningurin er 8.000 krónur og luttøka í norðurlendskum seminari við hinum rithøvundunum og forløgunum. Vinnarin verður kunngjørdur 1. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald