Innanlands

Skal vera betri pláss á flogvøllinum

Ætlanin er at útbyggja viðførismóttøkuna á Vága Floghavn longu í ár. Arbeitt verður við einari ætlan at útbyggja farstøðina, so hon klárar at taka ímóti einari millión ferðafólki

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-12 09:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At standa kroyst saman í bæði á farstøðini og viðførisrúminum á Vága Floghavn skal vera ein farin tíð.

Arbeitt verður við einari ætlan at útbyggja farstøðina, so hon klárar at taka ímóti einari millión ferðafólkum um árið.

- Tað sigur seg sjálvt, at teir 3000 fermetrarnir, sum vit hava í dag, eru ov lítið til 400.000 ferðafólk. Skulu vit kunna taka ímóti einari millión ferðafólkum, so kunnu fólk bara ganga støddina upp, og tað er tvær og eina hálva ferð so nógvir ferðmetrar, ið skulu til, staðfestir Regin I. Jakobsen, stjóri, fyri útvarpinum.

Fyrireikingararbeiðið er komið nakað áleiðis, men er í einari bíðistøðu nú í mun til fígging. Útbyggingin skal fíggjast við láni.

Hann sigur, at byrjað verður við viðførisrúminum, sum longu er ov lítið, og verður dupult so stórt.

- Viðførismóttøkan hevur í grundini verið ov lítil frá fyrsta degi. Hon var roknað út frá smærri flogførum, og nú er støddin tað dupulta. So har er ov lítið pláss til eina komu sum er. So har er neyðugt at gera eitt arbeiði, og tað er farið í gongd, sigur Regin I. Jakobsen við útvarpið.

Ætlanin er at seta hetta arbeiðið í gongd í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder