Innanlands

Skal vera bíligari at hava børn í vøggustovu

Býráðsmeirilutin í Tórshavnar býráð ætlar, at gjaldið til vøggustovu skal lækka umleið 300 krónur um mánaðin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-01-29 16:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað skal vera bíligari fyri barnafamiljur at hava børn í vøggustovu, ætlar býráðsmeirilutin í Tórshavnar býráð, sum hevur skotið upp, at gjaldið lækkar góðar 300 krónur um mánaðin.

Hetta er eitt uppskot, sum kemur at kosta kommununi umleið 1,8 milliónir krónur.

– Í Tórshavnar kommunu skulu allar barnafamiljur hava møguleika fyri dagsstovnaplássi til børnini, og sum skipanin er í dag rinda foreldur fyri dagstovnagjald fyri eitt barn 11 mánaðar um árið. Hava foreldur fleiri børn, rinda tey bert fyri yngsta barnið, tey hava á dagstovni.

– Foreldragjaldið verður ásett av einum føstum prosentsatsi av, hvat tað kostar at reka dagstovnarnar í kommununi, og kommunan rindar restina. Foreldragjaldið er í dag 27 prosent av rakstrinum, og meirilutin vil, at gjaldið til vøggustovu lækkar tvey prosent, skrivar Tórshavnar kommuna.

– Gjaldið verður tillagað á hvørjum ári, og hetta árið eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar við umleið níggju prosentum. Tískil hækkaði foreldragjaldið eisini 1. januar. Vøggustovugjaldið er tað hægsta, og tí er tað gjaldið í krónum hækkað mest.

Á býráðsfundi, sum byrjar klokkan 16 í morgin, skal býráðið taka støðu til uppskotið. Verður gjaldið lækkað úr 27 niður í 25 prosent, lækkar gjaldið 298 krónur - úr 4.019 krónur niður í 3.721 krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder