Uttanlands

Skal vera ómakaleysari at nema kunnleika í Norðurlondum

Um Norðurlond skulu verða sameint øki, skal vera betri møguleiki at søkja stuðul til háskúlanám í grannalandi

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasir, greiðir norðurlendsku nevndini frá føroysku skúlaskipanini (Mynd: norden.org)

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasir, greiðir norðurlendsku nevndini frá føroysku skúlaskipanini (Mynd: norden.org)

2019-07-01 13:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tú hevur ætlanir um at lesa á einum fólkaháskúla í einum øðrum norðurlandi, kann hetta gerast heldur kostnaðarmikið. Nú ynskir nevndin fyri kunnleika og mentan undir Norðurlandaráðnum at hetta verður broytt.

Í síðstu viku var nevndin í Føroyum fyri at halda summarfund sín, og her varð møguleikin fyri stuðli til næmingar á háskúlum í Norðurlondum eitt av høvuðsevnunum, skrivar norden.org.

Háskúlar í Norðurlondum kunnu søkja stuðul til skifting millum stovnar umvegis norðurlendsku stuðulsskipanina Nordplus, men tað er ikki longur møguligt hjá lesandi at søkja hvør sær stuðul til eyka útreiðslur í tilknýti við lesnað á fólkaháskúla í øðrum Norðurlandi.

Nordisk Folkehøjskoleråd hevur staðfest, at stórt fall er hent í talinum av lesandi á háskúlunum úr øðrum norðurlandi eftir at henda skipanin er broytt.

Fólkaháskúlarnir í Norðurlondum spæla ein týðandi leiklut í fatanini av norðurlendsku málunum, mentanini og fólkaræðisligu skipanunum, og er ein av fyritreytunum fyri at einstaklingar kunnu skipa netverk tvørtur um landamørkini.

Tí ynskir nevndin at bøta um møguleikarnar fyri at koma á háskúla í øðrum norðurlandi.

- Møguleikin fyri at kunna búgva, arbeiða og lesa í einum øðrum norðurlendskum landi er ein fyritreyt fyri norðurlendska samstarvinum, sigur Kjell-Arne Ottosson úr Svøríki, sum er nýggjur formaður í nevndini fyri kunnleika og mentan.

Hann vísir á, at Norðurlendska Ráðharraráðið í nýggjari virkisætlan hevur sum mál, at Norðurlond skulu vera heimsins mest integreraða øki. Ynskið hjá nevndini er tí í tráð við henda málsetningin.

Tilráðingin frá nevndini verður nú send formansskapinum í Norðurlandaráðnum til víðari viðgerð, skrivar norden.org.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder