2024-07-12 09:57
Í seinnu hálvu byrjar Poul N. Poulsen, sum hjálparvenjari hjá monnum í Betri deildini hjá Skála Ítróttarfelag.
Poul er vágbingur, er búsitandi á Skála, og hevur áður verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í felagnum. Áðrenn hann gjørdist hjálparvenjari í Víkingi farna kappingarár, var hann venjari hjá besta besta kvinnuliðnum hjá NSÍ. Poul hevur somuleiðis tikið A venjaraprógv.
Skála ÍF hevur leitað eftir nýggjum hjálparvenjara til besta liðið eftir at Per Mikkelsen er vorðin høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum saman við Vinjardi Johansen.
Skála ÍF hevur 14 stig og liggur á sjeynda plássi. Bara fýra stig eru til niðurflytingarstrikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald