2018-12-08 16:02
Sunnudagin 9. desember klokkan 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Nýggir jólasálmar úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.
Nikolina (Lítla) Mikkelsen hevur jólahugleiðingar.
Hetta er nú 9. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki. Frammanundan hava onnur fólk við tilknýti til bygdina hugleitt um jólaminnir frá aðrari tíð og øðrum mentanum. Lítla er sera virkin í bygdasamfelagnum og dugir væl at siga frá. Eisini vera tónleikaframførslur.
Aftaná gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald