Næmingarnir á Skála hava í vetur arbeitt við einari samstarvsverkætlan, sum Nordic Craft hevur skipað fyri.
Endamálið er at fáa hugskot og finna loysnir á gerandisligum og veruleikakendum avbjóðingum.
Í hesi verkætlan hevur føroyski flokkurin arbeitt saman við einum norskum flokki undir tvítýðuga evninum “Klima (u)smarte forældre”, har næmingarnir skulu stuðla upp undir at foreldrini hugsa um umhvørvið og at tey verða meira umhvørvisvinarlig.
Á kt-stevnuni í London fara næmingarnir á enskum at leggja fram partar av verkætlanini á einum stórum palli fyri øllum teim møttu.
Nordic Craft er ein norðurlendsk verkætlan, sum Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlar. Í Føroyum er tað Nám, ið samskipar Nordic Craft. Meira kann lesast um verkætlanina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald