Mentan

Skaldskapur og tónleikur á Bátasavninum

Serligt kvøld við Jóanes Nielsen og Kára Sverrisson í Leirvík í oktober

2024-08-20 09:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið 10. oktober bjóðar Báta- og Listasavnið í Leirvík bjóðar til eitt serligt kvøld, har kendu føroysku listafólkini Jóanes Nielsen og Kári Sverrisson møtast til eina hugnaliga løtu, ið sameinir skaldskap, tónleik og samrøðu.

Á skránni er ein samrøða millum Paulu Gaard, bókmentafrøðing og PhD, og Jóanes Nielsen. Tey práta saman um lívið og skaldskapin hjá Jóanesi, sum er kendur sum eitt av okkara fremstu og mest elskaðu samtíðarskaldum og samstundis telist millum okkara hvassastu samfelagskritikkarar. Jóanes fer eisini at lesa nøkur brot og yrkingar upp.

Eisini fer Kári Sverrisson, sangari og tónleikari, at framføra løg av útgávuni “Nøkur fá fet afturat, sum er eitt savn av framúrskarandi sangum sum allir hava yrkingar hjá Jóanesi Nielsen sum tekst.

Tiltakið er opið fyri øllum, og vit mæla til at keypa atgongumerki í góðari tíð, tí plássið er avmarkað. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

Báta- og Listasavnið í Leirvík er ein sjálvognarstovnur, ið hýsir einum savni av eldri, siðbundnum føroyskum bátum og listarverkum eftir Jóhannes Kristiansen, eisini nevndur Leirvíksmálarin, umframt øðrum listamálurum úr Leirvík. Savnið er eisini karmur um ymisk smærri tiltøk sum konsertir, fyrilestrar, ráðstevnur og onnur líknandi tiltøk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder