Uttanlands

Skalvalop í fronsku alpunum: Í minsta lagi fimm fólk latið lív

Ein persónur er saknaður, og fleiri hava fingið skaða og eru flutt á sjúkrahús

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-04-10 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt skalvalop á Armancette jøklinum nærindis fjallinum Mont Blanc í Landsynningsfraklandi kravdi í gjár í minsta lagi fimm mannalív.

Umframt tey fimm, sum lótu lív, er ein persónur saknaður, og fleiri onnur fingu skaða og vórðu flutt á sjúkrahús.

Hetta hendi um middagsleitið í gjár, og fjallabjargarar arbeiddu allan dagin í gjár, og heldur leitingin eftir saknaða persóninum fram í dag.

Millum tey, sum lótu lív í skalvalopinum í gjár vórðu tveir lokalir og sera royndir ferðaleiðarar, skrivar BBC.

Bæði franski innlendismálaráðharrin, Gérald Darmanin og franski forsetin, Emmanuel Macron hava sýnt samkenslu við familjunum hjá teimum deyðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder