Uttanlands

Skaparin av flaggi grønlendinga er deyður

Erfalasorput hjá Thue Christiansen breyt við norðurlendsku siðvenjuna at brúka krossflagg. Tað veittraði fyrstu ferð alment á grønlendska tjóðardegnum 21. juni 1985

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-06-27 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum teknaði grønlendska flaggið, Erfalasorput, Thue Christiansen, doyði sunnumorgunin í heimi sínum í Hals í Danmark eftir langa sjúkralegu..

Tað upplýsti familja hansara í tíðindaskrivi. Thue Christiansen gjørdist 82 ára gamal.

- Sum nakað av tí seinasta frøddist hann yvir, at kunna fylgja grønlendska tjóðardegnum live á KNR, har hann eisini sendi sínar kærastu heilsur til øll í Grønlandi. Seinasta røða hansara snúði seg um Erfalasorput, og hvussu hann vónaði, at flaggið kundi geva gleði til fólkið og vera við til at savna tjóðina. Minnið um hann livir víðari í listini hansara, myndunum, búmerkjunum og øðrum listaverkum og menningini av listahandverkinum í Grønlandi, skrivar familjan, sambært Sermitsiaq.

[object Object](Mynd: Sermitsiaq)

Eftir Thue Christiansen sita kona, trý børn, tíggju abbabørn og tvey langabbabørn. Familjan upplýsir, at hann verður mintur í Hou kirkju mikudagin og at jarðarferðin verður seinni í Nuuk.

Thue Christiansen varð føddur í Maarmorilik 25. februar 1940, og hann vaks upp í Maniitsoq saman við 10 systkjum. Hann varð útbúgvin lærari, og í 1979 varð hann valdur í landstingið fyri Siumut.

Í samband við 80 ára dag sín segði hann soleiðis um skapanina av grønlendska flagginum.

- Okkara nei til EF í 1972 var viðvirkandi til, at vit avgjørdu, at vit skuldu hava okkara egna flagg. Eg roknaði við, at uppskotið fór at skapa kjak, og at tað fór at vekja sterkar kenslur, og soleiðis bleiv tað. Tað vóru eisini onnur uppskot á borðinum, men at enda avgjørdi Landstingið eftir atkvøðugreiðslu, at grønlendska flaggið skuldi vera tað, sum eg hevði sniðgivið.

14 av limunum í landstinginum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Thue Christensen, meðan 11 atkvøddu fyri einum grønum og hvítum krossflaggi. Uppskotið hjá Thue Christensen breyt við norðurlendsku siðvenjuna við krossfløggum, men tað varðveitti norðurlendska tilknýtið við at brúka somu litir sum í danska flagginum, Dannebrog. Erfalasorput lýsir grønlendsku náttúruna – sólina, ið rísir yvir innlandsísin.

Erfalasorput merkir ‘okkara flagg’, og tað veitraði fyrstu ferð alment á grønlendska tjóðardegnum 21. juni 1985.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder