Innanlands

Skattamálaráðið: Ráðharralønirnar fara ikki upp

Skipanin frá 2010 skuldi fara úr gildi á nýggjárinum, men hon verður longd. Politikkarar í Danmark eru sum heild nøgdir við sína løn

Morten Bødskov, skattamálaráðharri, sigur at nú fara flokkarnir í fólkatinginum at arbeiða við einari yvirkskipaðari ætlan um lønarviðurskiftini

Morten Bødskov, skattamálaráðharri, sigur at nú fara flokkarnir í fólkatinginum at arbeiða við einari yvirkskipaðari ætlan um lønarviðurskiftini

2019-11-01 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2010 var heimurin framvegis raktur av fíggjarkreppuni. Í Danmark hevði hetta millum annað við sær, at lønin til ráðharrarnir í stjórnini lækkaði fimm prosent.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 stendur, at ráðharrarnir skulu aftur til tað lønina, sum var áðrenn 2010. Hetta er tó bert eitt tilmæli, ið limir úr so at siga øllum flokkum hava funnist at. Tað verður mett, at tað ikki er neyðugt við einari lønarhækkan.

Skattamálaráðið váttaði eisini í gjár, at hóast núverandi lønarstøði skuldi fara úr gildi á nýggjárinum, verður ikki talan um eina lønarhækkan komandi ár. Morten Bødskov, ið er skattamálaráðharri, sigur, at skipanin ið varð sett í verk av stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen í 2010 verður longd í eitt ár afturat, meðan ein varandi loysn verður funnin

DR skrivar, at Mette Frederiksen, forsætisráðharra, hevur eina ársløn á 1,5 milliónir.  Eftirlønir til politikkarar eru vaksnar 18 prosent seinastu seks árini. 58 milliónir vórðu útgoldnar til 390 fyrrverandi limir í fólkatinginum og familju teirra í 2018.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder