Á býráðsfundi í gjárkvøldið endaliga samtykti býráðið í Vága kommunu uppskotið til fíggjarætlanina fyri 2023. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt.
Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2023 er inntøkan mett at verða 109 milliónir krónur, góðar 2,7 milliónir meira enn í 2022. Fíggjarætlanin javnvigar við 133,3 milliónum krónum
Býráðið hevur samtykt at lækka skattin við 0,25 prosentstugumum, úr 22 prosentum til 21,75 prosent umframt at hækka barnafrádráttin við 1.000 krónum - úr 5.500 krónum til 6.500 krónur. Hetta fyri at lætta um hjá familjunum nú ógvusligu príshækkingarnar eru í samfelagnum.
Býráðið metir at tað fer at kosta 99,5 milliónir krónur at reka Vága kommunu í 2023, ið ein hækking á umleið 1,8 milliónir ella 1,9 prosent vøkstur í mun til 2022. Hækkingin stavar frá skipan av serstovu á dagstovnaøkinum og økta virkseminum á barna- og ungdómsøkinum. Løgurnar eru mettar tik at vera útvið 34 milliónir krónur.
Hall á næsta 25 milliónir - stórar verkætlanir í gongd
Fíggjarætlanin fyri 2023 hevur eitt hall á 24,4 milliónir krónur - skuldin hjá Vága kommunu í 2023 verður sostatt mett til 0,85 prosent av eini álikning um allar íløgur sum liggja í ætlanini verða gjørdar við árslok 2023.
Tað sum serliga tyngir fíggjarætlanina hjá Vága kommunu er liðugtger av 2. byggistigi av Skúlanum á Giljanesi. Eftir ætlan verður klárt at taka 2. byggistig í nýtslu næsta skúlaár.
Aðrar størri íløgur, sum býráðið hevur sett fígging av til í 2023, er ein útbygging av barnagarðinum Sóljugarði í Sandavági. Barnagarðurin verður útbygdur við áleið 150 fermetrum, sum koma at betra munandi um umstøðurnar hjá børnunum og starvsfólkunum í Sóljugarði.
Á tekniska økinum er fígging millum annað sett av til verkætlanina Tvørgarður. Hetta er ein ógvuliga gomul verkætlan, sum er vegurin frá Tvørgarði norð á Rygg, sum verður ein tryggari farleið hjá børnum t.d norðuri á Heiðum at koma inn á Giljanes í skúla, uttan at skula oman á landsvegin sum liggur ígjøgnum Miðvág. Henda verkætlanin fer at bøta munandi um ferðslutrygdina í bygdini.
Kirkjugarðurin í Miðvági skal dagførast og fríðkast, millum annað við ljósi, og kirkjugarðurin í Sandavági skal útbyggjast í 2023. Í Vatnsoyrum verður prosjektering og byggibúning gjørd av nýggjari útstykking inni í bygdini.
Peningur er settur av til miðstaðarøkið í Sandavági og í Miðvági, harímillum ljós til viðarlundina.
Á kommunalum bygningum skulu umleggingar gerast til grønar orkuloysnir og takið á Listastovuni verður skift, sum eisini kemur at bøta um á grøna økinum.
Aðrar íløgur á tekniska økinum eru dagføringar av bingjuplássinum, havnum og lendingum. Og grótbrotið í Sandavági verður gjørt klárt til vinnuøki.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald