Innanlands

Skeið og fyrilestur: At byggja grønlendska kajakk

Fríggjadagin 8. apríl byrjar nýtt og forkunnugt skeið á Tórshavnar Kvøldskúla við Maligiaq Padilla úr Grønlandi. Fimm kajakkir verða bygdar

2022-04-07 13:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 8. apríl byrjar nýtt og forkunnugt skeið á Tórshavnar Kvøldskúla.

Talan er um skeið at byggja grønlendska kajakk. Tað er Maligiaq Padilla úr Grønlandi, sum fer at hava skeiðið, ið byrjar nú fríggjamorgunin og heldur fram næstu tíggju dagarnar. Undirvíst verður hvønn dag í hesum tíðarskeiði.

Fimm kajakkir verða bygdar, og hvør luttakari kann hava upp til tríggjar persónar at hjálpa sær at byggja kajakkina.

Nú hóskvøldið klokkan 19.30 verður almennur fyrilestur í hølunum hjá Tórshavnar Kvøldskúla í M.A Winthersgøtu 3 í Havn.  Heiti á fyrilestrinum er ”Traditional and modern Inuit Kayak Culture” Fyrilesturin verður á enskum og er ókeypis.

Eisini fær almenningurin høvið at vitja verkstaðið, har kajakkirnar verð bygdar. Verkstaðið í Slættanesgøtu 5 er opið fyri vitjandi leygardagin 16. apríl millum klokkan 14 og 16.

Skeiðið er partvíst stuðlað av høvuðsstaðargrunninum í útnorði.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder