Innanlands

Skeinkistøð fara nú at fáa endurgjald

Landsstýrismaðurin hevur sent uppskotið til hoyringar. Sambært uppskotinum fáa seinkistøð allar fastar útreiðslur endugoldnar í tíðarskeiðinum, tey hava stongt dyrnar klokkan 23

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-19 11:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lógaruppskot um stuðul til skeinkistøð er nú farið til hoyringar. Tað verður borið skjótt at, og hoyringarfreistin er longu í morgin á middegi.

Frá 10. desember hava flestu barrir og náttklubbar í landinum havt stongt eftir klokkan 23 á kvøldi. 

Í sambandi við at landsstýrið boðaði frá, at skeinkistøð áttu at stongja klokkan 23, var Umhvørvis- og vinnumálaráðið á fundi við umboð fyri fyritøkurnar, sum reka diskoteks- og vertshúsvirksemi, og tey fingu tilsøgn u, at landsstýrið fó at leggja lógaruppskot fyri Løgtiungið um stuðul til tær fyritøkur, sum lata aftur í seinasta lagi klokkan 23.

Skotið verður upp, at stuðul verður veittur fyri 100 prosent av føstum útreiðslunum í stuðulstíðarskeiðinum. Hetta merkir somuleiðis, at um fyritøkur hava havt opið áðrenn klokkan 23 og fingið inntøkur frá hesum, so hava hesar fyritøkur kortini rætt til stuðul fyri 100 prosent av føstu útreiðslunum. 

- Hetta kann tykjast at vera til stóran fyrimun til viðkomandi fyritøkur, tí at tær fáa endurgoldið allar útreiðslur, samstundis sum tær fáa nakrar inntøkur frá virkseminum áðrenn kl. 23:00. Í hesum samband er kortini týðandi at hava fyri eyga, at nógv tann størsti umsetningurin hjá náttarlívinum er eftir kl. 23:00, og at jólamánaðurin er háárstíð hjá hesum fyritøkum, har tær skapa yvirskot, sum skal fíggja slakara tíðarskeiðið fram móti summari. Sostatt verður mett, at skipanin er ikki ov lønandi fyri hesar fyritøkur, stendur í uppskotinum.

Íroknað fastar útreiðslur eru eisini lønarútreiðslur sum fyritøkan hevur goldið fast- og tímaløntum í stuðulstíðarskeiðinum. Tó kann stuðul til lønarútreiðslur í mesta lagi vera 27.000 kr. um mánaðin fyri hvørt starvsfólk, sum arbeiðir í minsta lagi 40 tímar um vikuna

Ilt er at meta um, hvat samlaði kostnaðurin av hesum verðu, tí í løtuni ber ikki til at siga hvussu nógvar fyritøkur velja at lata aftur klokkan 23 og á tann hátt lúka stuðulstreytina, og heldur ikki ber til at siga hvussu leingi víðkaðu tilmælini fara at halda fram. 

- Við støði í kostnaðinum av fyrru hjálparpakkunum, umframt at hendan stuðulslógin økir um útgjaldsprosentið og tekur starvsfólkakostnaðir við í fastar útreiðslur, verður varliga mett, at skipanin kostar umleið 250.000-300.000 kr. um vikuna. Afturat hesum kemur kostnaðurin fyri umsitingina av skipanini. Verða tilmælini galdandi til 1. februar 2022, verður mett, at stuðulsskipanin kostar millum 1,85-2,2 mió. kr, verður sagt.

- Viðmerkjast skal tó, at talan er um eina sera óvissa meting, stendur í uppskotinum.

Uppskotið fevnir ikki um matstovur- og kafévirksemi, og heldur ikki gistingarhúsvirksemi ella barrir á gistingarhúsum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder