
13 matstovur, náttklubbar og barrir í høvuðsstaðnum heita nú á útisetar, sum koma heim til Føroya á jólum, um ikki at koma inn til teirra, fyrr enn tey hava kannað seg fyri covid-19 seks dagar eftir heimkomu, og at tað er staðfest, at tey ikki eru smittaði.
Talan er um Bassalt, Basecamp, Blábarr, Essabarr, Glitnir, Irish Pub, Jomfrúbakkin, Landskrona, Luux, Loca, Sirkus, Tórshøll, og Víngarðurin, sum hava sent út felags áheitanarskriv.
– Vit eru í einari serligari støðu í Føroyum, tað hava vit verið í eina tíð, og samfelagið koyrir so væl, sum vit yvirhøvur høvdu kunnað ímyndað okkum. Men størsta hóttanin móti tí priviligeraðu støðuni, vit eru í nú, eru fólk, sum hvønn dag koma úr útlondum við vanda fyri at taka smittuna við, segði Sunneva Háberg Eysturstein, talsfólk fyri skeinkistøðini, við Útvarpið á middegi.
– Tað ljóðar hart, men tað er veruleikin, og tað fer at blíva við at vera ein hóttan, til fólk hava kannað seg sætta dagin.
Løgtingið samtykti í gjár at geva landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen, heimild at steingja matstovur og skeinkistøð fyri at minka um smittuvandan.
Heimildin, sum er galdandi til í februar, verður mett at verða neyðug um jólini og á nýggjárinum.
Les eisini: Nú kann Helgi Abrahamsen stongja skeinkistøð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald