
Boðini frá landsstýrinum í dag um, at skeinkistøðini næstu 14 dagarnar heldur ikki sleppa at hava opið longur enn klokkan 22, vóru steinur oman á byrðu.
- Nú hava vit øll fyrireikað okkum at hava opið aftur, og so koma boðini í dag um at tað kunnu vit ikki, greiddi Sunneva Háberg Eysturstein, sum eigur skeinkistøðini Sirkus og Landskrona, frá í Degi og viku í kvøld.
Tað stendur illa til hjá summum, sigur hon.
- Tað eru partar av skeinkistøðunum, sum eru í svárari kreppu. Vit hava fingið hjálparpakkar í 2020, men hjálpin, sum varð veitt tá, varð veitt út frá, at tað ikki fór at vera so leingi. Men nú blívur tað við, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
Summi skeinkistøð hava mist so mikið nógv seinasta árið, at um ikki betri hjálp kemur, mugu tey snara lyklinum. Fyritøkur í náttarlívinum hava eina afturgongd frá 40 prosentum og upp í 100 prosent, sigur hon.
- Vit hava gjørt greitt fyri politiska myndugleikanum at hjálparpakki trý ikki er nøktandi. Hann dekkar ein part av okkara útreiðslum, og hevur einki við inntøkur at gera. Inntøkur, sum ikki eru har longur.
- Livigrundarlagið er skrikt undan summum av okkum, og vandi er fyri at fleiri mugu stongja, um ikki betri hjálp kemur, sigur Sunneva Háberg Eysturstein við Dag og viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald