
Kunngerðin, sum ásetti, at matstovur og skeinkistøð skuldu lata aftur í seinasta lagi klokkan 22, fór úr gildi á midnátt, og eingin ætlan er um at leingja kunngerðina fyribils.
Smittutølini eru ikki blivin so høg, sum mann stúrdi fyri, og tí er í løtuni einki, sum bendir á, at kunngerðin verður longd, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
– Fyribils er einki, sum bendir á, at tað er rætt at leingja hesa kunngerðina, men sjálvandi fylgja vit við, og um tað vísir seg, at tølini hækka, og at hatta er ein smittukelda, má mann taka málið uppaftur á nýggjum, sigur landsstýrismaðurin við Útvarpið.
Lagt verður afturat, at støðan kann broytast, um tilmæli um hetta kemur úr farsóttarnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald