Fleiri limir í Pedagogfelagnum fara nú at fáa lønarendurgjald.
Felagið varnaðist fyrst í árinum, at tímaløntir limir hava fingið skeiva tímaløn, tá tey arbeiða kvøld og nátt hjá kommununum. Her er serliga talan um tey, sum arbeiða í ungdómshúsi.
Tímalønt fara at fáa lønarendurgjald, tí tímalønin verður rættað afturvirkandi, tá ið arbeiðsgevararnir fara at rætta lønarskipanina. Hetta kann ganga heilt aftur til 2019.
Sum vit skilja tað, eru dømir um at onkur limur fær lønarendurgjald upp á einar 30.000 krónur.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fyri tey flestu tímaløntu merkir hetta, at tey hava fingið ímillum 10 og 16 krónur ov lítið um tíman, tá tey hava arbeitt eftir klokkan 17.
Ítøkiliga snýr tað seg um § 30 stk. 2. í sáttmálanum fyri námsfrøðingar, og § 21 í sáttmálanum fyri hjálparfólk. Her verður tilskilað, at arbeiði millum kl. 17.00-06.00 verður lønt við 1/1924 av árslønini, sigur Pedagogfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald