Uttanlands

Skemtari gjørdi telefonskemt við Trump á Air Force One

Tað eydnaðist honum at tosa um bæði mutur og hægstarætsdómara við Trump

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-30 15:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein skemtari gjørdi telefonskemt við amerikanska forsetanum, Donald Trump, meðan forsetin varð umborð á forsetaflogfarinum, Air Force One.

Tað skrivar DR.

Skemtarin John Melendez segði seg vera Robert Menendez, ein senatorur úr New Jersey, tá hann royndi at fáa samband við forsetan.

Fyrst fekk hann samband við versonin hjá Trump, Jared Kushner, sum síðani fekk Trump at ringja aftur til skemtaran úr forsetaflogfarinum.

"Eg eri bilsin," sigur skemtarin við CNN. "Eg meini, vit gjørdu hetta til stuttleikar, eg eri skemtari".

John Melendes fekk tosað við Trump um korruptión móti Robert Menendez, og tilnevningina av einum nýggjum hægstarættsdómara.

"Tú komst ígjøgnum eina torføra, torføra støðu, og í mínum eygum eina heldur órættvísa støðu. Men tillukku," skal Trump eitast at hava sagt við hann í telefonini.

Eisini skal hann eitast at hava sagt, at hann ætlar at tilnevna ein nýggjan hægstarætsdómara um 10-14 dagar.

Uprunaliga hevði Melendez ringt til Hvítu Húsini og sagt hvør hann veruliga var, og hevði síðani biðið um eina samrøðu við forsetan, men Hvítu Húsini søgdu honum, at forsetin hevði ov nógv at gera.

Tó slapp hann ígjøgnum til forsetan, tá hann ringdi og tosaði við bretskari accent og segði seg vera "Shawn Moore", hjálparfólk hjá Robert Menendez.

Hvítu Húsini hava váttað hendingina fyri CNN.

"Forsetin hevur verið tøkur hjá floksfeløgum (...) neiliga síðan av hesum er, at tað er ov lætt at fáa samband við okkum, og so koma slík mistøk fyri," siga Hvítu Húsini um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder