Mentan

Skemtileikur verður frumsýndur leygarkvøldið

Nú verður aftur møguligt at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum. Havnar Sjónleikarfelag spælir leikin “Ikki eitt orð um pengar”

2024-11-07 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður aftur møguligt at síggja sjónleik í Sjónleikarhúsinum. Hesaferð er talan um skemtileik við heitinum “Ikki eitt orð um pengar”, sum Havnar Sjónleikarfelag setir upp.

Leikurin snýr seg um tvær eldri ógiftar systrar, sum júst hava arvað húsini frá bróðurinum Harry. Tær brúka alla sína tíð at hjálpa í sóknini, og geva burtur tað mesta av tí, tær eiga. Eisini leiga tær fyrrverandi fanganum, Brestir, eitt kamar og royna at hjálpa honum á rættkjøl.

Knappliga koma tær fram á eitt ógvuliga stórt bunti av pengum. Kanska hevði Harry bróður ikki heilt reint mjøl í posanum... Men skal hjálpin steðga her? Hvat kundu tær ikki útint?

Leikurin er ein farsa av tí góða gamla slagnum, har kenslur ofta verða nógv yvirspældar og støður enda yviri í tí ósannlíka ella høpisleysa.

Átta vælupplagdir áhugaleikarar, úr fyrst í 20-árunum og upp í 70-árini, mynda leikhópin og gleða seg nú eftir fyrireiking og venjingar í sjey vikur, at framføra hesa farsu á søguliga pallinum í Sjónleikarhúsinum.

“Ikki eitt orð um pengar” er leikur í tveimum pørtum við støðgi ímillum, og tekur umleið 1 tíma og 45 minuttir. Frumframførslan verður leygardagin 9. novembur, og atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.

Leikarar eru: Oddvá Nattestad, Karin Djurhuus, Heini Eysturoy, Lív Bruun Müller, Jákup Dahl Wardum, Chokri Bourbiaa, Jóhannes Samuelsen og Petra Iversen.

Valgeir Skagfjörð hevur leikstjórnað, Jákup Dahl Wardum framleitt og Hjálmar Dam hevur smíðað pallin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder