Tað sýnist sum at føroyingar eru vit at finna stevid aftur vid at fara ut a matstovurnar aftur og siga matstovurnar fra vaksandi tali av gestum.
Orsakad av covid kom eisini veruliga stígur í gastronomiska rákið, men eisini her síggjast nú glottar!
Á matstovuni RÆST hevur kokkurin, Sigmundur Nielsen, gjørt eina nýtulking av okkara tjóðareyðkenni, nevniliga skerpikjøti.
Sigmundur hevur eina kreatión av skerpikjøti, Múlaosti, súrkáli, súltaðum reyðrótum, estragon og drýlkrotum! Ein flott og vælsmakkandi komposition sum vil gleða bæði føroyingar og útlendingar.
Múlaosturin sum er nýttur varð hongdur upp at turka í Norðuroyggjunum í juni 2019, og er nú fullbúgvin og vælsmakkandi. Múlaosturin er í dag eitt vælkent íkast til okkara gastronomi.
Sent inn hevur Johan Mortensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald