Innanlands

Skeyt skarv í fjørðuni

Løgreglan leitaði uttan úrslit eftir manninum.

(Savnsmynd Pól Sundskarð)

(Savnsmynd Pól Sundskarð)

2026-11-13 07:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tað er er loyvt at skjóta svartfugl í hesum mánaðinum, so merkir hetta ikki, at ein kann ganga við byrsu fram við landi og skjóta fugl.

Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, nú løgreglan seinnapartin í gjár var í Klaksvík og leitaði eftir ‚einum manspersóni’, sum skjeyt skarv í fjørðuni.

Tað er loyvt at skjóta svartfugl hesa tíðina, men hetta skal gerast eitt ávíst metratal frá landi, greiðir vaktleiðarin frá.

Løgreglufólkini leitaðu eftir byrsumanninum, sóu nógvar deyðar skarvar, men funnu ongantíð fram á ‚manspersónin’, sum hevði skotið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder