Summar Festivalurin í Klaksvík boðar í kvøld frá, at amerikanski rockbólkurin Skid Row verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins festivali.
Skid Row var stovnaður, tá nakrir uppreistrarsinnaðir unglingar í New Jersey í 1986 funnu saman. Teir vildu taka heimin við framfýsnum rocktónleiki og spruttandi orku. Vígvøllurin var pallurin, og vápnini vóru sangirnir.
Trý ár seinni var Skid Row á rocktoppinum. Fyrsta útgávan hjá bólkinum í 1989 var rimmar gjøgnumbrot og stórseljari, og sangir sum »I Remember You«, »Youth Gone Wild«, »18 And Life« og »Monkey Business« rungaðu um alla verðina.
Bólkurin rockaði seg inn á hitlistar heima og burturi, og boð vóru eftir teimum til konsertir kring alt USA og heimin. Teir hava spælt á festivalum, stadionkonsertum og høllum sum høvuðsnavn og saman við bólkum sum Bon Jovi, Aerosmith og Mötley Crüe.
Eftir eftir ein steðg nøkur ár frá miðskeiðis í níti árunum, funnu tríggir av upprunalimunum saman aftur, og síðani hevur bólkurin aftur verið virkin við framførslum og útgávum.
Dave Sabo (guittar), Rachel Bolan (bass) og Scotti Hill (guitar) bera uppreistrarandan úr New Jersey víðari, og afturat sær hava teir Rob Hammersmith (trummur) og ZP Theart (sangur).
Nú kemur Skid Row á Vágsbø í Klaksvík. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.
Herundir er eitt sjónbandalag av størsta hittinum hjá Skid Row, "I Remember You" frá 1989. Tá var navnfræmi Sebastian Bach forsangari. Men hann var ikki við, tá bólkurin varð endurstovnaður í 1999
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald