Nú summarfrítíðin veruliga er byrjað, hava Ráðið fyri Ferðslutrygd, Betri Trygging og Trygd sett í verk átak fyri at steðga rúskoyring.
Hetta verður gjørt við filminum ”Eg koyri teg, tú koyrir meg”, ið var úrslitið av stóru hugskotskappingini hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd í vetur. Filmlýsingin verður í hesum døgum víst á Facebook og Instagram.
Brynhild Nolsøe í Lágabø úr Vági vann kappingina, og luttekur saman við vinfólki í lýsingini. Brynhild kennir sjálv til avbjóðingarnar av at vera partur av náttarlívinum í aðrari bygd, enn teirri tú býrt í. Tí bygdi hennara hugskot á egnar royndir.
Í vinarbólkinum hjá Brynhild hava tey gjørt eina avtalu, ið byggir á tankan: ”Eg koyri teg, tú koyrir meg.” Hetta merkir, at tey skiftast um at koyra:
- Avtalan er tann, at um eitt vinfólk er farið í býin og eg liggi heima, so ringja tey til mín, og eg fari upp at koyra tey. Um eg eri farin í býin og okkurt vinfólk liggur heima, so koma tey eisini upp at koyra meg. Tað er líkamikið um tað er morgun, dagur ella nátt, greiddi Brynhild frá í lýsingarfilminum, ið er komin burtur úr hugskotinum hjá Brynhild.
- Vit valdu at gera eina hugskotskapping, har ung fólk sluppu at seta dagsskránna, og úrslitið gjørdist hesin filmurin, ið byggir á tey hugskot, ið tey ungu sjálvi høvdu,sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Eftir at vinnarin varð funnin, hevur Brynhild arbeitt saman við eini lýsingarstovu við at menna hugskotið til eina lidna lýsing. Í lýsingini síggja vit Brynhild og hennara vinfólk í býnum og á veg til hús. Í samráð við Brynhild er lýsingin blivin jalig og uppbyggjandi, heldur enn fordømandi og neilig.
Hugburðurin til rúskoyring er broyttur munandi seinastu nógvu árini, og heili 98% av føroyingum siga at rúskoyring verður ikki góðtikin. Men kortini verða bilførarar javnan tiknir við promillu í blóðinum. Harafturat er rúskoyring orsøk til fjórðu hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni, vísa tøl úr norðurlondum. Tí er tað eisini í 2021 týdningarmikið at tosa um at steðga rúskoyring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald