Ane Halsboe-Jørgensen, ráðkvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum í donsku stjórnini, verður í dag tilnevnd til nýggja ráðkvinnu í menta- og kirkjumálum. Hon avloysir Joy Mogensen, sum leggur frá sær eftir egnum ynski.
Danmarks Radio skrivar, at Metta Frederiksen, forsætisráðkvinna fyrrapartin fer at kunngera skiftið.
Samstundis verður politiski framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum á Fólkatingi, Jesper Petersen, tilnevndur til nýggjan útbúgvingar- og granskingarmálaráðharra.
38 ára gamla Ane Halsboe-Jørgensen varð vald á fólkating fyri Socialdemokratiet í 2011, og varð vald til ráðkvinnu eftir fólkatingsvalið í 2019.
Jesper Petersen er 39 ár og hevur siti á tingi síðan 2007. Frá 2007 og 2013 umboðaði hann Socialistisk Folkeparti, men skifti til Socialdemokratiet.
Jesper Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald