Joe Biden og Bernie Sanders, teir elstu millum demokratisku forsetavalevnini, liggja framvegis á odda í stríðnum um at gerast demokraturin, sum skal kappast við Donald Trump um forsætisembætið í USA næsta ár.
Í nátt vóru tíggju av demokratisku forsetavalevnunum savnað til valdyst hjá CNN sjónvarpsstøðini.
Forsetavalevnini nýttu høvið til ikki so nógv at tosa um Donald Trump, men heldur at vísa á dygdirnar, sum demokratiski flokkurin hevur í mun til núverandi leiðsluna í Hvítu Húsunum. Tí var heilsuøkið eitt av høvuðsevnunum í kjakinum.
Talan var um fyrsta av tveimum stórum kjakum hjá CNN. Maðurin, sum liggur á odda at gerast forsetavalevni, Joe Biden, var ikki við í kjakinum í nátt. Hann verður við, í øðrum umfari, sum verður hósnáttina.
Roknað verður við, at stríðið tá verður meira persónligt enn hetta kjakið, sum stórt sæð helt seg til at snúgva um ideologi, skrivar dr.dk.
24 politikarar eru við í stríðnum at umboða demokratiska flokkin á forsetavalinum í november 2020. Fyrstu undanvalini hjá demokratunum verða ikki fyrr enn fyrst í komandi ári.
Í løtuni liggur Joe Biden fremst í veljarakanningunum. Hann fær stuðul frá 32 prosentum av demokratisku veljarunum. Bernie Sanders fær 16,2 prosent, Elizabeth Warren 14, Kamala Harris 10,5 og Pete Buttigeg 5,8 prosent. Ongin av hinum valevnunum fær stuðul frá meira enn 3 prosentum av demokratisku veljarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald