Fleiri ferðslumál vóru í gjárkvøldið, har øll snúði seg um ferð. Í málinum í Eysturoyartunlinum var eisini ein yvirháling uppí.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var talan um skilaleysa og vandamikla yvirháling í undirsjóvartunlinum - og tað er jú altíð ólógligt at yvirhála í tunlum
Løgreglan fekk fráboðan um hesa, fekk tøl og nummar á nummarplátuni og var síðani til reiðar við tveimum patruljum; millum annað um bilførarin skuldi koyra hinvegin í tunlinum aftur.
Hetta gjørdi viðkomandi, og tað var eisini eyðsæð. Bilurin varð máldur at koyra 175 km/t, og bilførarin misti koyrikortið á staðnum (Varð tikið "administrativt). Harvið skuldi tikni bilførarin seta bilin á staðnum.
Beint undir 80 km/t í bygdum øki
Tríggir aðrir bilførarar vóru ógvuliga nær við fáa treytaða frádøming.
Tveir vórðu steðgaðir fyri at koyra beint undir 80 km/t í bygdum øki - annar á Sandi og hin á Glyvursvegi á Argjum. Hetta gevur klipp og bót. Hevði tað verið yvir 80 km/t, so hevði talan verið um treytaða frádøming.
Persónurin, sum koyrdi 113 km/t í Eysturoynni, skuldi ikki havt traðkað nógv meira á spitaran fyri at hava fingið tað. Nøkur prosent verða tikin av, so viðkomandi endaði beint undir 110 km/t, sum er markið fyri treytaða frádøming. Harvið eisini bót og klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald