Innanlands

Skilur væl um fólk standa spyrjandi

Kanningararbeiðið hjá politinum skal vónandi gera av, um nakað skeivt er farið fram ella ikki, sigur Hans David Hansen hjá Tórshavnar sløkkiliði

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-01 14:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan skal kanna orsøkina til eldin í samkomuhúsinum City Church, sum varð fráboðaður 18 minuttir yvir midnátt mikunáttina.

Men nakrar tímar frammanundan, um tíggju tíðina, var sløkkiliðið á staðnum, tí eldur var í kaminuni.

Tað váttar Hans David Hansen, varaleiðari hjá Tórshavnar sløkkiliði, fyri FM1 í dag.

Hann sigur, at ein maður frá sløkkiliðnum var á staðnum í ein góðan tíma og sløkti eldin. Síðan er tað ein knappur tími, har eingin er í City Church, og tá maðurin frá sløkkiliðnum skal fara omanaftur at kanna umstøðurnar, kemur fráboðanin um opna eldin.

- Eg skilji væl um fólk undrast um, at sløkkiliðið hevur verið har fyrr um kvøldið, og hvat so er hent, sigur Hans David Hansen við FM1.

- Men tað hopi eg kanningin hjá politinum kemur at gera av, um nakað skeivt er farið fram ella ikki, sigur varaleiðarin í sløkkiliðnum.

[object Object]Hans David Hansen, varaleiðari í Tórshavnar sløkkiliði (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Løgreglan upplýsir, at eldsbrunin í City Church eftir ætlan verður kannaður í dag ella mánadagin.

Stórur skaði er komin á samkomubygningin, og serliga er tað stóri salurin og nógva tekniska útgerðin har, sum hevur fingið skaða.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder