Uttanlands

Shinzo Abe doyði av løstinum

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Japan varð skotin undir einari røðu. Hann bleiv 67 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-08 10:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrverandi japanski forsætisráðharrin Shinzo Abo doyði av løstinum eftir at vera skotin undir einari talu til eitt polisitkt tiltak í vesturjapanska býnum Nara.

Tað skriva altjóða miðlar.

Ein 42 ára gamal maður er handtikin fyri drápsroynd.

Shinzo Abe var forsætisráðharri frá 2006-07 og frá 2012-20 og er tann forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst. Í báðum førum, hann gavst sum forsætisráðharri, var tað orsakað heilsuni.

Hann var framvegis virkin í politikki, nú hann doyði. Shinzo Abe bleiv 67 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder