Uttanlands

Skip sokkið – vandi fyri álvarsligari dálking

Farmaskip við 2.000 bilum umborð liggur nú á botni í Biskayavíkini

(Mynd: schiffsjournal.de)

(Mynd: schiffsjournal.de)

2019-03-14 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vandi er fyri álvarsligari dálking í Biskaya-víkini eftir at eitt italskt farmaskip í gjár sakk.

Olja frá skipinum hevur lagt seg í vatnskorpuna har skipið sakk. Oljubletturin verður mettur at vera tíggjur ferðir ein kilometur til støddar, skrivar nrk.fo.

Franski umhvørvismálaráðharrin, François de Rugy, sigur við miðlar, at tey rokna við, at oljan kann reka inn á strendurnar í Biskayavíkini sunnudagin ella mánadagin.

Italska farmaskipið, ’Grand America’ var á veg úr Hamburg í Týsklandi til Casablanca í Marokko, tá eldur kom í skipið sunnukvøldið. Manningin umborð taldi 27 fólk, og tey vórðu bjargað umborð á eina bretska fregatt mánadagin.

Skipið sakk seinnapartin í gjár, 300 kilometrar vestan fyri franska býin La Rochelle. Umborð á skipinum stóðu umleið 2.000 bilar, sum nú eru endaðir á havsins botni. Eisini hevði skipið eini 400 bingjur umborð.

Fleiri av bingjunum duttu á sjógv áðrenn skipið sakk. Umboð fyri fronsku bjargingartænastuna sigur at vandamikið tilfar var í hesum bingjum, eitt nú saltsýra og svávulsýra, skrivar nrk.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder