Uttanlands

Skip við 43 fólkum og næstan 6.000 neytum horvið

Hava funnið ein av manningini á lívi á sjónum nærhendis Japan

Japanska sjóverjan hevur bjargað einum av manningini, ið rak á sjónum (Mynd: Reuters)

Japanska sjóverjan hevur bjargað einum av manningini, ið rak á sjónum (Mynd: Reuters)

2020-09-03 07:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Japanska sjóverjan leitar eftir einum farmaskipi, sum møguliga er sokkið á eini leið í ein útsynning úr Japan.

Umstøðurnar eru truplar í økinum orsaka av nógvum vindi og regni frá meldurstorminum, ið verður kallaður Maysak, skrivar Reuters.

Manningin á skipinum telur 43. Tað fór úr Ný Sælandi 14. august, og skuldi fríggjadagin koma í havn í Kina við 5.867 livandi neytum umborð.

Manningin telur 39 úr Filipsoyggjum umframt ein úr Avstralia og ein úr Ný Sælandi, sigur japanska sjóverjan fyri avstralska miðlinum ABC.

Í gjár sendi skipið út neyðarkall, og farið varð undir at leita í økinum. Í gjárkvøldið, japanska tíð, funnu tey ein bjargingarbát og ein av manningini, sum rak runt í bjargingarvesti. Sambært sjóverjuni, hevur maðurin tað gott.

Men einki er sætt til skipið, og tí heldur leitingin fram.

Skipið eitur ”Gulf Livestock 1”, er 139 metrar langt og skrásett í Panama. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder