Fríggjadagin kom eitt skip við neyðhjálp úr Kýpros til Gaza, og í morgun var øll lastin komin í land.
Talan var um skipið "Open Arms", sum hevði nærum 200 tons av mati við sær, sum er latin av amerikanska felagsskapinum World Central Kitchen.
Felagsskapurin upplýsir, at eitt annað skip, sum hevur 240 tons av mati í lastini, er ávegis úr Kyprós. Ógreitt er, nær skipið kann væntast í Gaza, skrivar DR.
ST hevur ávarað um, at tær 2,3 milliónirnar, sum búgva í Gaza, sum í fleiri mánaðir hevur verið rakt av kríggi, eru í vanda fyri at verða rakt av hungursvanlukku, eftir at Ísrael hevur blokerað fyri flestu lastbilunum við mati, vatn, heilivági og øðrum, skrivar Ritzau.
Úr Ísrael verður upplýst, at umfatandi kanningar eru gjørdar av "Open Arms".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald