Fyrsta vikuskifti verður ein serligur festivalur hildin á fyrsta sinni í hølunum, sum Gist & Vist hevur innrættað í gomlu saltsiluni við tilknýti til Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn.
Í niðjastu hæddunum, sum rúmar matstovuni Silo verður hugnatónleikur at hoyra og høvi at royna ymsan spennandi mat og drekka.
Konsertirnar verða hildnar á hæddino omanfyri, eisini kallað Kongshøll.
VárFest verður fríggjadagin 3. og leygardagin 4. apríl. Higartil eru bert tríggjar konsertir settar á skrá, men fyrireikararnir siga, at fleiri koma seinni.
Tiltakið er skipað soleiðis, at hvør konsert í Kongshøll kostar 200 krónur, og atgongumerki til eina konsert gevur atgongd til økið niðriundir, í Silo, har tað annars kostar helmingin, um ein ikki hevur atgongd til konsert.
Higartil eru tríggjar konsertir kunngjørdar og lýstar til sølu, harav tann eina longu er útseld. Kongshøll er ikki so stór, tað er pláss fyri 250 fólkum til slíka konsert.
Konsertin, sum er útseld, er við M. C. Restorff og Eyðuni Nolsøe, leygarkvøld klokkan 19. Hinar báðar er við Anniku Hoydal við orkestri klokkan 21 og eitt undirhaldstiltak við Sjúrði Skaale, Kim Hansen og 4Fýrum, sum er klokkan 23. Í tíðindabrævi frá Gist&Vist verða Danny Baldurson og Ingi Poulsen eisini nevndir sum ein partur av undirhaldinum, men teir eru enn ikki við á útboðnum, sum er at finna á heimasíðuni atgongumerki.fo
Sum sagt, so hava fyrireikararnir boðað frá, at fleiri tónleikatiltøk koma á skrá seinni. Fyrireikari er felagið Viva hjá Eyðuni Klakkstein í Klaksvík saman við Gist & Vist, sum eigur og rekur hølini, har festivalurin verður hildin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald