Sum kunnugt, verður ólavsøkan í høvusstaðnum munandi skerd í ár, og í hesum sambandi verða helst færri, sum leita sær til Havnar at hátíðarhalda ólavsøkuna.
Tí fer Sjóvar kommuna at skipa fyri eini sonevndari mini-útgávu av ólavsøkuni í Strandatúri á Strondum. Kommunan sóknast tí eftir hugskotum frá borgarunum.
– Í hesum sambandi vilja vit heita á tykkum borgarar um at luttaka við tykkara ískoyti, soleiðis at vit hvør sær og í felag kunnu seta okkara dám á ólavsøkuna. Vit í Sjóvar kommunu eiga eina rúgvu av kreativum og evnaligum sálum, og tí vilja vit geva tykkum møguleikan at hava ein virknan leiklut við tykkara serstøku hugskotum. Ongar avmarkingar eru fyri, hvat borðreitt verður við, og tískil eru øll hugskot vælkomin.
– Eitt hugskot kundi verið at havt básar, sum selja ymiskar vørur. Hetta kundi bæði verið okkurt til matna/drekka, heimagjørdir prýðislutir og líknandi, ting og klæðir seld í endurnýtslu o.s.fr. Eisini hevði verið forvitnisligt og hugtakandi, um onkur vil luttaka við einum ískoyti til undirhald - í breiðum týdningi. Her kann bæði verða talan um spæl- og sangframførslur, hugleiðingar, skemt o.s.fr. Eisini er møguligt og eitt gott høvi hjá áhugabólkum og/ella einstaklingum at skipa fyri einumhvørjum tiltaki í sambandi við dagin.
Borð og benkur verða settir upp í Strandatúni, soleiðis at fólk kunnu seta seg niður at eta ella bara at hugna sær og njóta ólavsøkuløtuna á Strondum. Rundað verður av við midnáttarsangi á midnátt ólavsøkudag.
Mánadagin ætlar kommunan at hava eina lítla skrá klára, og hava fólk tí til á middegi mánadagin at siga frá, um tey hava hug at skipa fyri onkrum til ólavsøkuhaldið.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald