Mentan

Skipa fyri ruddingarútferð á Hvalnesi

Rudda Føroyar skipar fyri ókeypis ruddingarútferð á Hvalnesi í Skálavík 21. august

2021-08-13 17:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í samstarvi við Dalsgarð og Visit Sandoy skipar Rudda Føroyar fyri ókeypis ruddingarútferð til náttúruvakra umhvørvið á Hvalnesi í Skálavík leygardagin 21. august.

– Hvalnes er vakurt rekapláss, har nógv rusk rekur inn frá sjónum. Hetta er ein avbjóðing, sum Rudda Føroyar í samstarvi við bóndan og Visit Sandoy ætla at gera nakað við. So tørvur er á nógvum røskum vaksnum og børnum, sum vilja hjálpa at rudda. Her fáa tit møguleikan fyri at sameina ein deiligan dag saman við familju ella vinfólki við at gera okkurt gott fyri okkara náttúru, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Gongutúrurin úr Skálavík til Hvalnesar tekur uml. ein tíma og 15 minuttir hvønn vegin. Torleikastigið á gongutúrinum er lætt/miðal, og størri børn, ið eru von at ganga í haga, kunnu væl luttaka.

Freistin at tekna seg til útferðina er 16. august. Meira um tiltakið fæst at vita her.

Øll, sum luttaka, fáa:

  • Matpakka v/ lekkrum, føroyskum viðskera frá Dalsgarðinum
  • Staðkendan ferðaleiðara frá Dalsgarðinum
  • Frukt
  • Drekka
  • Busstúrin úr Skopun til Skálavíkar og aftur

Sum áður nevnt, er tiltakið ókeypis, og luttakarir rinda bert fyri Teistan frá Gomlurætt til Skopun.

Skrá fyri dagin
Kl 09.45 Teistin siglur av Gomlurætt
Kl 10.15 Bussur úr Skopun til Skálavíkar
Kl 10.45 - 12.00 Gongutúrur til Hvalnes
Kl 12.00 - 13.30 Rudda
Kl 13.30 - 14:00 Matpakka
Kl.14.00 - 16.45 Rudda
Kl 16.45 - 18.00 Ganga aftur til Skálavíkar (frukt e.l.)
Kl 18.00 Bussur úr Skálavík til Skopunar
Kl 18.35 Teistin siglur úr Skopun
Kl 19.05 Koma til Gomlurætt
Enda dagin á Mat- og Moldmentanarháskúlanum

Umframt ruddingarútferðina ber til at enda arbeiðsdagin við einum góðum nátturða og samrøðu kring borðið á Mat- og Moldmentanarháskúlanum. Til ber at gista á skúlanum. Les meira um hendan møguleika her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder