Týskvøldið 22. februar klokkan 19 skipar LGBT+ Føroyar fyri fyrstu ferð fyri tiltaki fyri ungum lgbt'arum í hølinum hjá LGBT+ Føroyum í Tórsgøtu 16.
– Allir ungir lgbt+arar eru vælkomnir, og vit bjóða pitsa, góðan tónleik og annað gott. Vit vilja fegin hava fleiri ung virkin í arbeiðinum fyri einum rúmligum og litríkum samfelag.
– Umráðandi er eisini fyri ungar lgbt+arar at hittast við øðrum, sum eru líka sum ein sjálvur, sigur Esther Margreth Petersen, nevndarlimir í LGBT+ Føroyum sambært tíðindaskrivi.
– Ætlanin er at geva teimum ungu møguleika at koma og seta sín egna dám á nýggju hølini við tiltøkum og at geva teimum eitt trygt stað, har tey kunnu hittast. At hava fingið egin hølir gevur okkum avbera góðar møguleika at fjøltátta okkara virksemi, og nógv spennandi er á skrá komandi mánaðarnar, sigur felagsskapurin.
– Um tú ikki kennir aðrar ungar LGBT+arar, so lat tað ikki halda tær aftur, vit taka væl ímóti tær.
Talan er um eitt ókeypis tiltak, men tilmelding er neyðug, skrivar LGBT+ Føroyar. Til ber at tilmelda seg við at senda felagsskapinum eini privat boð á Instagram ella Facebook. Tilmeldingarfreistin er í kvøld á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald