
Síðan projektkappingina um torgið í Vágsbotni á sumri í 2020 hava fleiri mett tað ynskiligt, at umraðfesta og hyggja at økinum av nýggjum og frá øðrum vinklum. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur tí ikki arbeitt víðari við vinnandi uppskotinum, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Ráðgevararnir, sum ikki vunnu kappingina, men lótu nøktandi tilfar inn, fingu 75.000 krónur fyri at luttaka í kappingini, og nú fær vinnarin av kappingini, Zeta Architects, somu samsýning, sum hinir luttakandi ráðgevarnir í kappingini.
Umsitingin fer at hyggja upp á økið enn einaferð við tí fyri eyga at innlima virkandi í økinum og innanhýsis áhugapartar í eitt samstarv um eina fyribils skipan av økinum nú í summar, skrivar kommunan.
Býráðið hevur eisini heimilað umsitingini at skipa torgið yvir summarið við at innlima ymisku áhugapartarnar, soleiðis at fyribils verkætlanin kann virka undir eini endaligari skipan av økinum.
Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald