Innanlands

Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelag fara undir samráðingar í næstu viku

Tey lótu hvørjum øðrum krøvini til sáttmála fyrr í dag, sambært Kringvarpinum

Annfinnur Garðalíð er formaður í  Skipara- og Navigatørfelagnum, sum í fjør valdi at siga sáttmálan upp (Mynd: Sverri Egholm)

Annfinnur Garðalíð er formaður í  Skipara- og Navigatørfelagnum, sum í fjør valdi at siga sáttmálan upp (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-03 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. apríl fer sáttmálin fyri fiskiskip úr gildi. Hetta av tí, at Skipara- og Navigatørfelagið seint í fjør valdi at siga hann upp. 

Harvið skal semja finnast um nýggjan sáttmála, og gongd er í málinum. 

Kringvarpið skrivar í dag, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag fyrrpartin lótu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini, og at semja er um at fara undir realitetssamráðingar.

Byrjað verður fyrrapartin fríggjadagin 11. mars í hølunum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, skrivar kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder