2020-01-20 10:34

Leygardagin kom Tjaldrið á Havnina við partrolarunum Heyki og Falki, eftir at teir vórðu undir illgruna fyri at hava fiskað á stongdari leið.
Løgreglan avhoyrdi skipararnar, og teir játtaðu seg sekar í at hava fiskað 3,6 tons á Kassa U norðanfyri Fugloynna.
Heykur og Falkur liggja nú í Runavík, og sleppa teir ikki til fiskiskap aftur, fyrr enn teir hava rindað eina sekt ella veitt trygd fyri henni.
Sambært Kringvarpinum fáa teir sektaruppskotið í dag, men enn er ógreitt, hvussu stór sektin verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald