Týski skiparin, Carola Rackete, er nú leyslatin úr húsavarðhaldi í Italia. Hetta hevur ein italskur dómstólur tikið avgerð um.
Dómarin metti, at Rackete gjørdi ”sína plikt” og vardi mannalív, tá hon sigldi 40 afrikanskar migrantar í land á italsku oynni Lampedusa umborð á skipinum ”Sea Watch 3”, upplýsir ein ákæri sambært Ritzau.
Týska kvinnan varð handtikin av italsku løgregluni leygarnáttina, tá hon sigldi skip sítt gjøgnum stongsulin, sum italsku myndugleikarnir høvdu sett í verk í havnini í Lampedusa.
Í hesum sambandi sigldi hon á ein italskan løgreglubát.
Sjálv hevur hon sagt, at hon metti tað vera átrokandi neyðugt at fáa tey 40 flóttafólkini í land.
Italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, hevur skírt hana at vera ein lógloysing, og hevur sagt at hon setti italsk mannalív í vanda við sínum gerðum.
Sea Watch er ein týskur mannarættindafelagsskapur, sum hjálpir flóttafólki við at hava skip á leiðini, har fólk flýggja úr Afrika til Evropa. Fyri tveimum vikum tók skipið ”Sea Watch 3” 40 flóttafólk, sum vóru komin í havsneyð, umborð.
Tá skiparin, hin 31 ára gamla Carola Rackete, ikki slapp til italsku oynna Lampedusa við flóttafólkunum, valdi hon, eftir at hava bíðað í tvær vikur, at treingja skipið ígjøgnum stongsulin tí fólkini umborð vóru komin í neyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald