Umhvørvisstovan hevur hin 11. januar 2024 umhvørvisgóðkent virksemið á skipasmiðjuni hjá P/F MEST á Skála. Góðkenningin hevur heimild í kapitli 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Virksemið er ný- og umbygging, umvælingar og viðlíkahald av skipum og flótandi eindum, sum liggja við bryggju, eru tikin í dokk ella tikin upp á beding.
Talan er um bæði stál- og timburskip og aðrar flótandi eindir, t.d. fóðurflakar o.a., maskineindir og -lutir verða umvældir umborð á skipum og á mekaniska verkstaðnum. Virksemið er harafturat tilevning og umvæling av stáleindum á landi, eins og søla av evnum og tilfari.
Skipasmiðjuvirksemi hevur verið á Skála síðani 1904. Virksemið er útbygt gjøgnum árini, og í 1979 varð verandi turrdokk bygd.
P/F MEST ætlar nú at gera nýggja turrdokk 20 metrar norðan fyri verandi dokk á Skála. Nýggja dokkin gevur møguleikar fyri at veita tænastur til øll tey føroysku skipini, tó ikki Norrønu, samstundis sum tað fer at betra um møguleikarnar hjá P/F MEST at bjóða seg fram í altjóða høpi.
Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at skipasmiðjuni hjá P/F MEST á Skála, her uppií eisini arbeiði, sum P/F MEST ger umborð á skipum, sum liggja við bryggju á Skála. Eisini arbeiði, sum veitarar hjá P/F MEST, fólk frá reiðarínum og onnur gera umborð á skipum fyri ella eftir avtalu við P/F MEST.
Umhvørvisgóðkenningin setur treytir fyri virksemið, eitt nú um útlát av dálkandi evnum á sjógv og út í luftina, óljóð, viðgerð av burturkasti, umhvørvisstýring og innaneftirlit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald