2025-04-17 11:50

Um 10 tíðina í morgun fekk løgreglan boð frá óttafullum fólkum í Norðdepli, ið søgdu frá einum manni, sum gekk millum húsini og skjeyt við byrsu upp í luftina.
Løgreglan fór á staðið, og fekk tosa mannin til sættis. Eftir at politiið kom til hansara, skjeyt hann eitt skot upp í luft, men legði síðan byrsuna frá sær. Talan var ongantíð um hóttanir, og so vítt løgreglan veit í løtuni, so skjeyt hann ongantíð móti fólki ella húsum. Tó skulu vitni spyrjast fyrst, áðrenn hetta kann endaliga staðfestast.
Maðurin er nú tikin á politistøðina, har finnast skal útav, hvussu skuldsetingarnar móti honum skulu ljóða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald