
Amerikanska tjóðskjalasavnið hevur eftir boðum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump almannakunngjørt fleiri túsund skjøl um drápið á senatorin Robert F. Kennedy í 1968.
Talan er um skjøl, sum fyrr hava verið flokkað sum loynilig.
Sambært heimasíðuni hjá amerikanska tjóðskjalasavninum er talan um yvir 10.000 skjøl. Hetta er ein liður í arbeiðnum hjá Trump-umsitingini fyri at at almannakunngera skjøl um drápini á fleiri navnframar amerikanarar, skrivar Ritzau.
Í mars mánað vórðu tíggjutúsundatals skjøl um drápið á beiggja Robert F. Kennedy, forsetan John F. Kennedy eisini almannakunngjørd. John F. Kennedy varð dripin í 1963.
Ætlanin er eisini at almannakunngera skjøl um drápið á amerikanska brogararættindastríðsmannin, Martin Luther King, yngra, sum eins og Robert F. Kennedy, varð dripin í 1968.
Sonur Robert F. Kennedy, núverandi amerikanski heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy yngri, sigur, at tað at almannakunngera skjølini er "eitt neyðugt stig móti at endurreisa álitið á amerikonsku stjórnina".
Amerikanski heilsumálaráðharrin hevur áður sagt, at hann heldur, at fleiri standa aftanfyri drápið á pápa hansara. Hetta samsvarar tó ikki við almennu frásagnirnar.
Amerikanski heilsumálaráðharrin, Robert F. Kennedy yngri (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald