Innanlands

Skjóta upp at taka hybridbilar úr uppskotinum

Seks tinglimir í andstøðuni hava lagt broytingaruppskot fram. Mælt verður frá at geva avgjaldslætta á hybridbilar, tí hetta fer at seinka gongdini at gerast leys av lívrunnum brennievni og er sostatt eitt fet skeiva vegin á grønu kósini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-18 14:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seks tinglimir hava í dag lagt broytingaruppskot fram í málinum um hybridbilar skulu sleppa undan at rinda avgjald til landskassan eins og elbilar sleppa.

Triðja og seinasta viðgerðin av uppskotinum er seinnapartin. Til aðru viðgerð, sum var fyrr í vikuni, førdu samgongulimir fram, at teir vóru ímóti uppskotinum, men atkvøddu kortini fyri.

Í broytingaruppskotinum verður skotið upp, at bilar við hybrid tøkni verða tiknir úr. Bilar við plugin-hybrid tøkni verða standandi í uppskotinum, sambært broytingaruppskotinum frá andstøðuni.

- Mælt verður frá at geva avgjaldslætta á hybridbilar, tí hetta fer at seinka gongdini at gerast leys av lívrunnum brennievni og er sostatt eitt fet skeiva vegin á grønu kósini, stendur í viðmerkingunum.

- Í dag er lítil og eingin munur á útlátinum frá einum vanligum hybridbili og teimum nýggjastu bilunum við bensin- ella dieselmotorum. Tað er tí ein misskiljing, at vanligir hybridbilar verða roknaðir sum serliga umhvørvisvinarligir bilar í hesum uppskotinum, tí tað eru teir ikki.

Fylg orðaskiftinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder