Innanlands

Skjótibreytin á Sandvíkum verður liðug í summar

Endamálið hevur verið at byggja eina skjótibreyt, har skipast kann fyri altjóða kappingum og har til ber at halda Oyggjaleikirnar. Úrslitið er eitt ótrúliga gott og modernað skjótiannlegg, sum er eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið

Hetta er nakað, ið fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði, skrivar torshavn.fo

Hetta er nakað, ið fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði, skrivar torshavn.fo

2022-03-16 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Skjótibreytin á Sandvíkum er eitt úrslit av góðum samstarvi millum Tórshavnar kommmunu og Byrsumúla. Endamálið hevur verið at byggja eina skjótibreyt, har skipast kann fyri altjóða kappingum og har til ber at halda Oyggjaleikirnar.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, og vísur síðani á at úrslitið er eitt ótrúliga gott og modernað skjótiannlegg, sum er eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið.

Hetta er nakað, ið fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði. Tað er samstundis gjørt á tann hátt, at tað kann verða lætt at halda reint og ruddiligt.

- Skjótibreytin tekur seg sera væl út longu nú. Bíðað verður eftir lýðku, so verður farið at sáa gras og breytin stendur liðug nú í summar.


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder